Norska fyritøkan NCC leggur við jøvnum millumbilum videobrot út á YouTube, har víst verður á virksemi og arbeiði hjá fyritøkuni. Í nýggjum videobroti er samrøða við Andreas Sæther, sum er lærlingur hjá NCC og arbeiðir við at gera Eysturoyartunnilin.
Ungi norðmaðurin fortelur um, hvussu tað er at arbeiða í Føroyum og vera so langt heimanífrá. Arbeiðið við at gera Eysturoyartunnilin er skitið arbeiði, har er myrkt og nógvur larmur, og hetta dámar honum væl.
Omanfyri ber til at síggja videobrotið.