Noreg hevur verið tað stóra positiva yvirraskilsi í HM endaspælinum í manshondbólti. Í bólkaspælinum vunnu teir lættliga fýra av fimm dystum, og taptu bert tepurt til fronsku vertirnar, sum eru favorittar til at vinna HM-gull.
Í dag vann Noreg í áttandapartsfinaluni, sum var leikt í Albertville ein sannførandi 34-24 sigur á Makedonia. Noreg var bert á odda 12-10 í steðginum, men eftir steðgin vísti Noreg sannan klassa, og Makedonia slapp ongantíð framat fatinum.
Magnus Jøndal og Eivind Tangen gjørdist toppskjúttar hjá Noregi við seks málum hvør. Kiril Lazarov gjørdist, sum ikki einaferð toppskjútti hjá Makedonia. Hesaferð við seks málum.
Í fjórðingsfinaluni skal Noreg møta vinnaranum av áttandapartsfinaluni millum Danmark og Ungarn, sum verður leikt í morgin klokkan 15, so lagt er upp til eina stóra norðurlendska uppgerð, um Danmark knógvar Ungarn.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni millum Noreg og Makedonia.