Noreg helt lív í sínum EM-hálvfinaluvónum í Boxen í Herning.
Í dysti í EM-millumbólki 1 eydnaðist tað Noreg at vinna ein tepran 35-34 sigur á Spania. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Føroyavinurin, Tobias Grøndahl skoraði sigursmálið hjá Noregi, tá 32 sekund vóru eftir av dystinum. August Baskår Pedersen (myndin) megnaði at bróta seinasta spanska álopið í verjuni, og so kundu norðmenn stórfegnast um fyrstu tvey stigini í millumumfarinum.
August Baskår Pedersen var við 11 málum stórskjútti hjá Noreg. Aleix Gómez var við átta málum toppskjútti hjá Spania.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
19.30: Frakland – Danmark
Leygardagin 24. januar:
14.30: Frakland – Portugal
17.00: Spania – Danmark
19.30: Týskland – Noreg
Mánadagin 26. januar:
14.30: Portugal – Noreg
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Noreg 34-35 (16-16):
##med2##











