Arbeið, uppliv og ger mun – í Føroyum
Workation Week er eitt nýtt ferðavinnuátak í Vági, ætlað føroyingum, ið kunnu arbeiða fjararbeiði – ella í samráð við arbeiðsplássið brúka eina viku í Vági. Tú flytir arbeiðsplássið til Vágs í eina viku, arbeiðir sum vanligt og gerst samstundis partur av einum livandi lokalum og sosialum samfelagi.
Hvat er Workation Week?
Tú arbeiðir títt vanliga arbeiði sum fjararbeiði, og/ella kanst gera sjálvboðið arbeiði í lokalsamfelagnum, t.d. við at:
- venja ella venja saman við einum ítróttaliði
- fyriskipa verkstovu ella skeið
- samstarva við lokala fyritøku ella felag
Hetta skapar nýggj sambond og íblástur – bæði fakliga og sosialt.
Praktisk kunning
- Tíðarskeið: 16.–28. februar (viku 8 og 9)
- Málbólkur: Føroyingar, ið arbeiða ella kunnu arbeiða fjarfrá
- Gisting: Smáttur í Vági
- Arbeiðsumstøður: arbeiðspláss í smáttunum og møguleiki at arbeiða í hølum hjá Vágs Kommunu
Tiltøk
Báðar vikurnar bjóða:
- vitjan í skrivstovulandslagi hjá Vágs Kommunu
- felags matkvøld
- framløgu og verkstovu
- sosiala samveru og netverksbyggjan
Upplivingar í februar
Workation Week fellur saman við Virkin Vágur, har eini 80 ókeypis heilsuátøk eru á skránni. Harumframt eru:
- matstovur og handlar opnir
- Páls Høll opin
- Hjá Jugga er opið fríggjakvøld og leygarkvøld
- Fyrstu altjóða talgildu nomadarnir í 2026 koma til Vágs.
Eitt arbeiðslív – eitt lokalsamfelag
Workation Week er eitt royndarátak, sum sameinir arbeiðslív, ferðavinnu og lokala menning – har tú arbeiðir aðrastaðni enn vanliga og samstundis gevur nakað aftur til eitt lokalsamfelag.
Hetta skrivar vagur.fo millum annað, og har sæst eisini nærri um ymsar smálutir í ætlanini.











