Petur Knudsen fekk ein hálvan tíma á vøllinum tá lið hansara, Lyngby í útidysti móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann 4-1. Petur slapp at avrunda sigurin við at skora til 4-1 langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Hetta er triði dysturin á rað Petur Knudsen skorar mál fyri Lyngby.
Hobro - Lyngby 1-4 (1-2)
16' 1-0 Emil Søgård Jensen
30' 1-1 Marcel Rømer
35' 1-2 Magnus Kaastrup
90' + 1-3 Magnus Kaastrup
90' + 1-4 Petur Knudsen
Lyngby er oddalið saman við Helsingør. Bæði liðini hava fult stigatal, 12 stig fyri fýra dystir.
Komandi mikukvøld spælir Lyngby móti gamla føroyingafelagnum, Fremad Amager sum einki stig hevur vunnið higartil í kappingini.
HER ber til at síggja málið hjá Peturi Knudsen og hini hæddarpunktini frá 4-1 sigrinum á Hobro:
##med2##