VIDEO: Petur skoraði aftur fyri Lyngby

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Lyngby-Fremad Amager 4-2 (1-1)

Ígjár var Petur Knudsen aftur millum málskjúttarnar hjá Lyngby, tá oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann 4-2 á Fremad Amager. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1.

 

Petur Knudsen legði Lyngby á odda 2-1 tá 55 minuttir vóru farnir av dystinum, og sigast má, at hann valdi løtuna væl, tí beint aftaná var hann skiftur út við Frederik Gytkjær.

 

Petur Knudsen hevur nú skorað fyri Lyngby fýra dystir á rað, so gongdin er framúr góð.

 

Lyngby er oddalið við 15 stigum fyri fimm dystir. Leygardagin spælir Lyngby móti nummar trý í deildini, Helsingør á útivølli. Helsingør hevur eisini fult stigatal, 12 stig fyri fýra dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Lyngby og Fremad Amager: 

 

##med2##