Petur Knudsen kom á vøllin fyri Frederik Gytkjær tá 28 minuttir vóru farnir av dystinum millum FC Jammerbugt og Lyngby, ið var leiktur ígjár.
Petur kom á vøllin beint aftaná Frederik Gytkjær hevði lagt Lyngby á odda 1-0.
Tá 74 minuttir vóru farnir økti Lasse Fosgaard til 2-0. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist heimaliðnum at pynta um úrslitið.
Petur Knudsen hevur nú fingið spælitíð í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá Lyngby í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Lyngby er oddalið saman við Helsingør, ið eisini hevur seks stig fyri tveir dystir.
Komandi leygardag tekur Lyngby móti Esbjerg, ið bert hevur fingið eitt stig tveir teir fyrstu dystirnar.
##med2##
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FC Jammerbugt og Lyngby.