KÍ vann ígjár í fyrstu royndini í nýggju Conference League. Tað var í Riga, har úrslitið ímóti RFS var 3-2 til KÍ. Eitt fínt úrslit, sum leggur upp til stóran spenning, tá ið letlendska liðið um eina viku verður gestur á vøllinum í Klaksvík.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
RFS – KÍ 2-3 (0-2)
0-1: Bob Sumareh 21.
0-2: Páll A. Klettskarð 33.
1-2: Žiga Lipušček 50.
1-3: Heini Vatnsdal 70.
2-3: Artúrs Zjuzins 79.
Dómari: Nikola Popov úr Bulgaria
KÍ: Mathias Rosenørn - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg (Ivar Sollie Rønning, 86.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Boris Dosljak, 78.) - Páll A. Klettskarð, Bob Sumareh (Jonn Johannesen, 78.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Símun Kalsø, Daniel Björkman, Jasper Van Der Heyden, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Óli Eyðsteinson Poulsen
Gult kort: Bob Sumareh, Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
Returdysturin verður í Klaksvík hóskvøldið 15. juli klokkan 19.