FSF skrivar:
- Tríggjar spennandi uppgávur eru á skránni, tá U17 landsliðið við dreingjum í næstum fer at taka lut í UEFA menningarkapping, sum hesaferð verður spæld á graslíkinum á Tórsvølli.
Luttakandi londini vera Føroyar, Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland.
Fyrsta umfar er á skránni fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja og síðsta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 4. mars.
Ein av álitismonnunum á føroyska liðnum er Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi. Áðrenn venjingina mánakvøldið fekk FSF varpið á liðskiparan:
##med2##










