VIDEO: Síggj málið Viljormur skoraði fyri Vejle

(VIDEO) Vejle var aftanfyri 0-3 tá Viljormur Davidsen kom á vøllin. Viljormur skoraði til 2-3 tá Vejle tapti 2-4 móti Nykøbing

Viljormur Davidsen kom inn frá byrjan í seinna hálvleiki, tá liðfelagarnir hjá honum í Vejle vóru aftanfyri heili 0-3 móti Nykøbing. Viljormur og Vejle bøttu um í seinna hálvleiki, og eydnaðist tað eisini Viljormi at koma á máltalvuna, men undirskotið frá fyrra hálvleiki gjørdist ov dýrt hjá Vejle tá samanum kom, og tapti heimaliðið 2-4.

Vejle – Nykøbing FC 2-4 (0-3)
1. 0-1 Mathias Gehrt
8. 0-2 Mathias Kristensen (br.)
44. 0-3 Lars Pleidrup
66. 1-3 Kjartan Finnbogason
85. 2-3 Viljormur Davidsen
86. 2-4 Mikkel Dahl

Her ber til at síggja málini sum komu í dystinum. Tað er YouTube rásin hjá Vejle sum hevur lagt málini út. Málið hjá Viljormi Davidsen var væl stútað inn aftaná eitt gott fríspark inn í brotsteigin.

##med2##

Komandi leygardag spælir Vejle útidyst móti Vendsyssel FF í Hjørring. 

(livescore.dk)
1 Nykøbing FC2 dystir2007 - 36 stig
2 Viborg22004 - 06
3 Kolding IF22004 - 16
4 Skive21104 - 24
5 Fremad Amager21103 - 24
6 Fredericia21014 - 33
7 Vendsyssel FF21012 - 23
8 Vejle 20114 - 61
9 FC Roskilde20111 - 41
10 Hvidovre20021 - 30
11 HB Køge20022 - 60
12 Næstved20021 - 50