VIDEO: Salford-Grimsby Town 2-2 (1-2)

(Video) Her eru málini frá seinasta dystinum hjá liðnum hjá David Geza Turi hetta kappingarárið

Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town tapti samlað 3-4 fyri Salford í uppflytingar-hálvfinalunum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two. 

 

Salford vann 2-1 á Grimsby á útivølli, og átta minuttir inn í seinna hálvleik løgdu teir seg á odda 1-0 í heimadystinum, og samlað 3-1. Men innanfyri fýra minuttir, í 74. og í 78. minutti syrgdu Kieran Green og Jaze Kabia fyri, at Grimsby var á odda 2-1, og so var samlaða støðan javnleikur 3-3. Longd leiktíð mátti til, og best sum brotssparkskappingin nærkaðist skoraði Salford upp á eitt verjumistak, tá tríggir minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Teir vinna harvið ein samlaðan 4-3 sigur.

 

Geza var skiftur út í 61. minutti í tí, ið bleiv seinasti dysturin hjá Grimsby í hesum kappingarárinum. 

 

Í uppflytingarfinaluni á Wembley leikvøllinum møtir Salford Notts County, ið vann samlað 1-0 á Chesterfield. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Salford-Grimsby Town 2-2 (1-2 - 0-0):

 

##med2##