Gongdin í hondbóltslandsdystinum móti Bosnia Hersogovina Við Tjarnir í kvøld vendi púrasta í seinna hálvleiki, og nú dysturin júst er lokin, sigur máltalvan, at Føroyar vunnu ein tryggan 33-28 sigur.
Hálvleiksstøðan var annars 17-15 til Bosnia Hersogovina.
Í útidystinum í Bosnia vunnu Føroyar við tveimum málum, og tískil hevur hondbóltslandsliðið vunnið sínámillum dystin við sjey málum samanlagt.
Hetta er flott, og við úrslitinum í kvøld hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti aftur skrivað søgu, tí hetta er fyrstu ferð, at vit hava tryggjað okkum luttøku í einum HM-endaspæli í hondbólti.
Óli Mittún og Hákun Vest av Teigum saman við fleiri á føroyska A-landsliðnum spældu ein kanóndyst, og serliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað væl hjá føroyska A-landsliðnum.
Tað, sum ikki sá so gott út í fyrra hálvleiki, eydnaðist so mikið betur í seinna. Verjan stóð nú væl betur, og málmaðurin hevði fleiri bjargingar.
##med2##
Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá føroyska A-landsliðið byrjaði at tevja ein samanlagdan sigur og soleiðis eisini HM-luttøku.
Dreymurin um HM-endaspæl er nú veruleiki við fantastiska og sannførandi úrslitinum Við Tjarnir í kvøld.
##med3##












