Samuel og liðfelagarnir taptu greitt á heimavølli

SJK Seinäjoki er trý stig frá einum endaspælsplássi

Mynd: SJK Seinäjoki

Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki á heimavølli spældu dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini móti Inter Turku.

 

Talan gjørdist um ein ræðuligan fyrra hálvleik hjá SJK. Tá bert níggju minuttir vóru leiktir var útiliðið á odda 2-0, og sjey minuttir seinni brendi liðfelagin hjá Samuel, Rangel eitt brotsspark. 

 

Inter økti tíðliga í seinna hálvleiki, og tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini, at SJK fekk pyntað um úrslitið til 1-3.

 

SJK er triðaftast í deildini við seks stigum. Teir hava trý stig upp til VPS, ið er á týðandi sætta plássinum, ið aftaná lokið grundspæl gevur atgongd til ovara endaspælið.

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur SJK dyst á heimavølli móti Oulu. 

 

Mynd: SJK Seinäjoki