Ígjár vunnu Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík 3-2 á Akranesi á heimavølli í dysti í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Beint undan steðginum meddaði Patrik eitt dundur brotsspark mitt í málið hjá Akranesi, og Keflavík fór til steðgin við einari 2-1 leiðslu.
Málið er tað níggjunda málið hjá Patriki hetta kappingarárið, og so nógv mál hevur eingin annar føroyingur skotið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í einum kappingarári. Gamla metið átti Uni Arge. Í 1999 skoraði Uni átta mál fyri Leiftur í bestu íslendsku deildini.
HER ber til at síggja málini, ið komu í dystinum millum Keflavík og Akranes. Brotssparkið hjá Patriki var fyrsta floks.
Keflavík 3 - 2 Akranes
0-1 Benedikt V. Warén ('18 )
1-1 Kian Paul James Williams ('28 )
2-1 Patrik Johannesen ('45 , brotsspark)
2-2 Johannes Björn Vall ('54 )
3-2 Josep Arthur Gibbs ('64 )