Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen skutu góð mál í bundesliguni ígjár.
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel leiktu javnt 29-29 (14-17) á útivølli móti liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf.
Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt taptu á útivølli greitt 27-35 (12-17) móti verandi meistarunum, Magdeburg.
Kiel er fjórðfremst í deildini við 49 stigum. Flensburg hevur 45 stig á fjórða plássinum, og Hannover er nummar seks við 44 stigum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Hannover og Kiel. Við 1:20 minuttir sæst Elias skjóta eitt sera gott mál:
##med2##
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Magdeburg og Flensburg. Við 2:30 minuttir sæst Jóhan skjóta eitt gott mál:
##med3##