Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur vart við seg ígjár. Hann og Bence Imre vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá THW Kiel í dysti á útivølli í EHF European League móti Porto. Teir skutu sjey mál hvør.
Kiel vann 35-30 (17-15) á Porto og er fremst í millumbólki 3 við níggju stigum fyri fimm dystir. Komandi hóskvøld verður bólkafinala í Kiel móti Melsungen, ið hevur átta stig.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst at skjóta tvey góð mál, umframt at vera við í uppspælinum til onnur mál:
##med2##