Petur Knudsen og liðfelagar hansara í Lyngby hildu lív í vónini at bjarga plássinum í donsku superliguni við at 2-1 (1-1) á AaB á heimavølli ígjár.
Tá 24 minuttir vóru leiktir legði Petur Lyngby á odda 1-0 við einum væl plasseraðum og hørðum skoti. Willy Komado serveraði hegnisliga bóltin fyri føturnar hjá Peturi.
Petur kundi aftaná ein samanstoyt ikki vera við á vøllinum í seinna hálvleiki.
AaB javnaði beint undan steðginum, men beint eftir steðgin skoraði Frederik Gytkjær sigursmálið fyri Lyngby.