VIDEO: Síggj málið Patrik skoraði móti Gunnari

(Video) Patrik Johannesen fekk bóltin framvið Gunnari Nielsen í FH-málinum ígjár

Ígjár var føroyingauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini millum liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík og liðið hjá Gunnari Nielsen, FH í Keflavík.

 

Patrik Johannesen og liðfelagar hansara vunnu dystin 2-1, har Patrik við sínum fjórða málið hetta kappingarárið legði Keflavík á odda 1-0 longu tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum. Patrik fekk eina góða sending frá Kian Williams, og fekk bóltin framvið Gunnari Nielsen. Øll trý málini í dystinum vóru skotin fyrstu 28 minuttirnar av dystinum. 

 

Keflavík 2 - 1 FH

 

 1-0 Patrik Johannesen ('12)

 

 1-1 Matthías Vilhjálmsson ('24)

 

 2-1 Dani Hatakka ('28)

 

Gunnar og Patrik eru báðir tiknir út til landsliðið, ið skal spæla fýra dystir í Nations League í juni. 

 

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Keflavík og FH.