VIDEO: Sigrarnir hjá Kroatia og Argentina

(Video) Síggj hæddarpunktini frá teimum seinastu dystunum í HM bólki D

Ísland hevði málmøguleikarnar til at vinna seg víðari, men tók ikki av, og so endaði tað við 1-2 ósigri ímóti Kroatia í seinasta dystinum hjá íslendingum í bólki D. 

Argentina livdi lívið farliga, og bjargaði seg ikki í áttandapartsfinaluna fyrr enn ímóti dystarenda, tá teir vunnu 2-1 á Nigeria í seinasta dystinum hjá Argentina í bólki D.

Argentina spælir áttandapartsfinalu ímóti Fraklandi, leygardagin klokkan 15, og Kroatia spælir áttandapartsfinalu ímóti Danmark, sunnudagin klokkan 19. 

Ísland - Kroatia 1-2 (0-0)

HM Bólkur D

53'0-1Milan Badelj

76'1-1Gylfi Sigurdsson (br.)

90'1-2Ivan Perisic

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ísland og Kroatia.

Nigeria - Argentina 1-2 (0-1)

HM Bólkur D

14'0-1Lionel Messi

51'1-1Victor Moses (br.)

86'1-2Marcos Rojo

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Nigeria og Argentina.