Tað var ein stórur kollektivur niðurtúrur hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í Fredericia, ið taptu heili 1-6 fyri Silkeborg í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini á útivølli í Silkeborg.
Fredericia megnar neyvan at venda samlaða hálvfinaluúrslitinum í seinnu hálvfinaluni á heimavølli 11. apríl. Um teir gera tað verður tað størsta steypaundrið síðani Skagen vann á Brøndby í donsku steypakappingini afturi í 1987.
HER ber til at síggja málini frá dystinum í Silkeborg.
Silkeborg IF-FC Fredericia 6-1 (3-0) - Fyrra hálvfinalan í donsku steypakappingini
1-0 Stefán Teitur Þórðarson (15.),
2-0 Tonni Adamsen (19.),
3-0 Stefán Teitur Þórðarson (24.),
4-0 Pelle Mattsson (49.),
4-1 Frederik Carstensen (52.),
5-1 Tonni Adamsen, br. (63.),
6-1 Tonni Adamsen, br. (69.)