Mikukvøldið vann Svøríki greiðan 28-22 sigur á Slovenia í EM-millumbólki 2. Í steðginum var Svøríki á odda 11-7.
Dagsins leikari var svenski málverjin, Andreas Palicka sum bjargaði 50 prosent av málroyndunum hjá Slovenia.
Svøríki og Danmark hava fýra stig hvør. Portugal og Slovenia hava tvey stig hvør, meðan Niðurlond og Noreg hava einki stig.
Slovenia - Svøríki 22-28 (7-11)
Slovenia: Aleks Vlah 7, Jure Dolenec 4, Miha Zarabec 2, Borut Mackovsek 2, Blaz Blagotinsek 1, Gasper Marguc 1, Stas Jovicic 1, Tilen Kodrin 1, Klemen Ferlin 1, Kristjan Horzen 1, Dean Bombac 1.
Svøríki: Lucas Pellas 8, Sebastian Karlsson 6, Albin Lagergren 3, Eric Johansson 3, Jonathan Carlsbogard 2, Max Darj 2, Felix Claar 1, Jim Gottfridsson 1, Oscar Bergendahl 1, Lukas Sandell 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Slovenia og Svøríki:
##med2##