Vit vóru við, tá bóndakonan Jóhanna Vang frá Gjógv herfyri fór at gera blóðpylsu og rullupylsu. Hon ger nakrar blóðpylsur um árið men fleiri rullipylsur. Uppskriftin er gingin í arv frá mammu hennara.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videobrotið.
Fyrst stroyðir Johanna Vang nakað av sukri og nakað av saltið omanyvir fótamørirnar, síðani eitt sindur av pipari og aromat.
– Tað er ymiskt, hvat fyri kryddurtir fólk stroyða á rullupylsu, men okkum dáma best hesi, sigur hon.
Síðani leggur hon tvey husblas á hvønn mørin, soleiðis at pylsan heldur saman. Husblassið hevði staðið á bloti í einum glasi av vatni í eini 15 minuttir, áðrenn hon legði tað á. Síðani leggur hon kjøt innan úr krovinum og lundir omanyvir krytturtinar og husblassið.
Jóhanna greiðir frá, at hon hevur skorið ta mesta av feittinum av, áðrenn hon leggur tað á fótamørirnar, tí tey flestu vilja hava tað so soltið sum til ber.
Tá alt er komið í pylsurnar, verða tær rullaðar saman. Tað er umráðandi at rulla tær fast saman.
Síðani koyrir Jóhanna eitt net útyvir pylsurnar ístaðin fyri at seyma tær saman. Tað er bæði skjótari og nemmari, greiðir hon frá. Síðani skulu pylsurnar saltast í 10 dagar. Eftir tað verða tær lagdar í vatn í eina nátt og útvatnaðar og síðani pressaðar í rullupylsupressu