Í Wonderino høllini í Kiel - frammanfyri 10.285 áskoðarum - tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel í dysti í bundesliguni móti Vilhelmi Poulsen og liðfeløgum hansara í Hannover-Burgdorf.
Dysturin endaði við javnleiki 29-29. August Pedersen javnaði fyri Hannover beint áðrenn hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni. Í steðginum var Hannover á odda 16-14.
Elias var saman við Lukas Zerbe toppskjúti hjá Kiel. Teir skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til eitt mál (assist). Vilhelm skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast mál og upplegg til mál hjá Eliasi og Vilhelmi:
##med2##











