NSÍ tapti 0-2 fyri sveisiska liðnum, FC Lugano í fyrra dystinum á útivølli í triðja undanumfarinum í Conference League.
Sveisiska liðið skoraði fyrra málið stutt aftaná dystarbyrjan, og seinna málið 10 minuttir undan dystarloki.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
Komandi hóskvøld klokkan 18.30 verður returdysturin leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
FC Lugano-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0 Elias Pihlström (7.)
2-0 Kevin Behrens (79.)
HER ber til frá facebooksíðuni hjá FC Lugano at síggja bæði málini NSÍ fekk ímóti sær niðri í Sveis.











