- Vit kunnu vátta, at okkara vápnaframleiðarar longu er komnir fram til neyðugu vápnadygdina.
Nakað soleiðis skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á boðtænastuni Telegram, eftir at hann í dag hevur havt fundir við sínar verju-og trygdarserføðingar.
- Vit vænta, at Ukraina røkkur teimum ynsktu úrslitunum í tíðarskeiðnum 2026-2027, sigur hann.
Sagt verður, at sonevnda Freya-skipanin, sum landið arbeiðir við, er eitt gott alternativ til amerikansku patriot-loftverjuskipanina.
Ukraina er tó framvegis bundið at øðrum londum, sum veita rakettir til verandi loftverjuskipaninar í landinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
Vit kunnu leggja aftrat, at Freyja-skipanin er partur av einum evropeiskum samstarvi, sum ukrainska fyritøkan, Fire Point, stendur á odda fyri.
Hetta er ein bíligari loftverkuskipan enn kenda amerikanska patriot-skipanin, og tað er eisini skjótari at framleiða Freya-skipanina.











