Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum

Lærarafelagið mælir til, at tveir lærarar eru í flokkinum allan skúladagin, og at skipanin verður víðkað, so at tveir lærarar eru í flokkinum størsta part av skúladegnum heilt upp til 6. flokk.

Samgonguskjalið ásetur, at tvílæraraskipanin skal vera ment. Vit fegnast um hesa áseting og eru vís í, at ein íløga í tveir lærarar í hvønn flokk fer at løna seg aftur fleiri ferðir.

 

Hetta skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.

 

Skúlarnir hava eina avmarkaða skipan við tveimum lærarum í flokkinum; tað er tvílæraraskipanin, sum landsstýrisfólkið setti í verk í 2011 at galda fyri 1. og 2. flokk. Skipanin er eitt gott átak, men tryggjar bara, at tá næmingatalið í flokkinum verður 18 ella fleiri, so eru tveir lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina er lærarin einsamallur við næmingum. Og tá 21 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum tveir tímar um dagin.

 

Lærarafelagið mælir til, at tveir lærarar eru í flokkinum allan skúladagin, og at skipanin verður víðkað, so at tveir lærarar eru í flokkinum størsta part av skúladegnum heilt upp til 6. flokk. Á tiltaki í Eysturskúlanum fyri løgtingsvalið greiddu tveir lærarar frá, sum arbeiða saman í tvílæraraskipan í einum 2. flokki, hvussu tær nógv betur kundu náa øllum næmingunum, nú tær vóru tvær. Tær eru tveir lærarar í flokkinum meginpartin av skúladegnum. Eitt nú kundi annar lærarin lesa við einum minni bólki, meðan hin lærarin undirvísti restini av flokkinum, ella kundi fara til síðis við einum næmingi, sum hevði verið í eini konflikt. Og so sóu tær alt við fýra eygum og kundu vera felags um truplu uppgávurnar.

 

Vit hava nokk av útbúnum lærarum, tí kunnu vit væl seta fleiri lærarar í starv í fólkaskúlanum til t.d. at fáa tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum til læraraútbúgvingina, um ynski var at útbúgva fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini, har tað er stórt trot á lærarum.

 

Fólkaskúlin hevur brúk fyri fleiri lærarum, so at vit kunnu hava smærri flokkar og so at tveir lærarar vera í flokkinum størsta part av skúladegnum. Við fleiri lærarum kunnu næmingarnir fáa meira tíð saman við sínum lærara, og um lærarin hevur tíð til flokkin og einstaka næmingin, so hava næmingarnir góðar umstøður at læra, búnast og trívast í flokkinum.

 

Vit vóna, at samgongan skjótt ger álvara av at víðka um tvílæraraskipanina. Tað er brúk fyri, at tveir lærarar eru í flokkinum, og tað fer at gera stóran mun hjá næmingunum og lærarunum, sum hava ábyrgdina í skúladegnum, skrivar formaðurin í Føroya Lærarafelag á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.