Fyrrverandi guvernørur í Meksiko handtikin

Sagt verður, at hann hevur krógvað og manipulerað prógv í málinum um 43 studentar, sum hvurvu í 2014

- Ljóðupptøkur vórðu tilætlað krógvaðar av teimum, sum sótu við valdinum, sigur Ernestina Godoy

Ein fyrrverandi guvernørur í statinum Guerrero í Meksiko er handtikin, eftir at 43 studentar í landinum hvurvu fyri árum síðan.

 

Tað vóru myndugleikarnir í landinum, sum stóðu aftanfyri handtøkuna í dag.

 

Sagt verður um fyrrverandi guvernørin, at hann hevur krógvað og manipulerað prógv í málinum um studentarnar, sum hvurvu í 2014.

 

Ríkisadvokaturin, Ernestina Godoy, upplýsir, at myrkaleggingin av málium var ein tilætlað handling, sum leiðslan í statinum Guerrero hevði ábyrgdina av.

 

Málið er ein ímynd av mutri í Meksiko, har lagnan hjá flestu av teimum 43 studentunum framvegis er ókend.

 

- Ljóðupptøkur vórðu tilætlað krógvaðar av teimum, sum sótu við valdinum í meksikanska statinum, sigur ríkisavvokaturin, Ernestina Godoy.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.

 

- Ljóðupptøkur vórðu tilætlað krógvaðar av teimum, sum sótu við valdinum, sigur Ernestina Godoy