Tað eru níggju dystir eftir at spæla hjá B71, áðrenn tað leygardagin 24. oktober verður sett punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um hálvan triðja mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meistaradeildini.
Í kvøld spældi B71 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og B71 vann 3-1. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 44 stig. Tað vera eftir øllum at døma tveir uppflytarar. Víkingur er næstfremst við 39 stigum, FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við 24 stigum.
B71 hevur spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir. Tá ið talan er um næstbesta liðið hjá Víkingi, so eru tað av nevndu feløgunum B71, FC Suðuroy og ÍF, sum kunnu flyta upp.
Á liðnum hjá B71 eru fleiri ungir danskir spælarar, og tað vóru tveir teirra, sum í kvøld skoraðu málini. Jonathan Nielsen og Lucas Ørneborg skoraðu í fyrra hálvleiki, og tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, varð Jonathan Nielsen tvífaldur málskjútti.
17 ára gamli Mathias Andersen minkaði við brotssparki um munin til 3-1. EB/Streymur er aftast við 7 stigum.
Í Gundadali vann B36 í kvøld grannauppgerðina ímóti HB 3-0. B36 er á fimta plássi við 23 stigum, og HB er á áttanda plássi við 17 stigum.
Í fyrra hálvleiki skoraðu Magnus Næs og Heini Guttesen, og sjey minuttir undan leikloki staðfesti Filip Laursen 3-0 B36 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá 19 ára gamla Magnusi Næs, síðani hann fyri stuttum flutti úr Danmark og til Føroya og B36. Heini Guttesen hevur skorað fýra mál í 1. deild í ár, og 16 ára gamli Filip Laursen var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild.
Hinir dystirnir í 18. umfari vera leygardagin
NSÍ – Víkingur: Arthur Højgaard kl. 12.00
FC Hoyvík – FC Suðuroy: Dominick Troleis kl. 13.00
TB – ÍF: Heini Z. Viðoy kl. 15.00











