Liðið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg, Storhamar spældi dyst á heimavølli í bólki A móti Bistrita úr Rumenia.
Dysturin endaði við 34-30 sigri til Bistrita, ið var á odda 14-12 í steðginum.
Pernille skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Storhamar endaði næstaftast í bólkinum við seks stigum, og heldur tí ikki fram í kappingini.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Pernille sæst við nummar 18 á rygginum:
##med2##










