VIDEO: Soleiðis vann Sveis stórsigur á Montenegro í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Montenegro-Sveis 26-43 (16-22)

Mynd: Handball Schweiz

Sveis knústi Montenegro 43-26 í Unity Arena. Tað merkir, at Sveis nú er á øðrum plássinum við trimum stigum og málmuninum pluss 14. Føroyar hava trý stig og málmunin pluss 13. 

 

Montenegro var aftanfyri 16-22 í steðginum. 

 

Toppskjúttar hjá Sveis vóru Lenny Rubin og Luca Sigrist við 10 málum hvør. Branko Vujović var við níggju málum toppskjútti hjá Montenegro.

 

Skráin fyri bólk D:

 

16. januar: Slovenia – Montenegro 41-40

 

16. januar: Føroyar – Sveis 28-28

 

18. januar: Montenegro– Føroyar 24-37

 

18. januar: Sveis – Slovenia 35-38

 

20. januar: Montenegro – Sveis 26-43 

 

20. januar: Slovenia – Føroyar, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Montenegro-Sveis 26-43 (16-22):

 

##med2##

 

Mynd: Handball Schweiz