Fótbóltslandsliðið endaði ígjár fótbóltsárið við tí fimta sigrinum í 2025, tá Føroyar á uttanveltaðum vølli í Kroatia vann 1-0 á Kasakstan við einum sigursmáli Petur Knudsen skoraði í 25. minutti.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
Føroyar – Kasakstan 1-0 (1-0)
1-0 Petur Knudsen (25.)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen (Ási P. Dam, 89.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Géza Dávid Turi, 78.), Jákup Biskopstø Andreasen (René Shaki Joensen, 89.), Jóannes Bjartalíð (Jóan Símun Edmundsson, 78.), Adrian Justinussen (Hanus Sørensen, 68.) – Petur Knudsen (Meinhard E. Olsen, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk.
HER ber til frá einari kasakiskari rás at síggja fleiri hæddarpunkt frá dystinum. Málið sæst við 7:39 minuttir. Hetta eru eitt sindur øðrvísi hæddarpunkt enn vit eru von við, men hetta eru so tey sum eru tøk:
##med2##











