Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf vóru millum sigursharrarnar í týsku bundesliguni í dag.
Füchse Berlin vann á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 35-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-13. Hannover-Burgdorf vann á heimavølli 28-22 á Stuttgart. Í steðginum var Hannover á odda 13-12.
Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og Vilhelm skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 24 stigum, og Hannover er nummar níggju í deildini við 16 stigum.
HER ber til frá DYN Handball at síggja samandráttir frá sigrunum hjá Hannover-Burgdorf og Füchse Berlin ígjár. Tíverri unnar tey okkum ikki at síggja mál hjá Vilhelmi ella Hákuni:
##med2##
##med3##











