Video: Sonny Side roynir springara og lunda

Sí nýggjasta partin frá Best Ever Food Review Show her.

Amerikanski youtube'arin Sonny Side hevur longu lagt trý videobrot á sína kanal Best Ever Food Review Show, har hann roynir ymsan føroyskan mat.

 

Í fyrsta parti royndi hann hummara og kræklingar, í øðrum parti royndi hann grind, og í triðja parti royndi hann ymiskt av seyði - millum annað ræst kjøt og seyðarhøvd.

 

Sonny Side er sera hugtikin av føroyska matinum og mentanini, sæst týðiliga í øllum partunum higartil.

 

Nú er fjórði partur úr Føroyum komin út. Hesin eitur "Dolphin Steak and Puffin!! Extreme Meats in Faroe Islands!!".

 

Her roynir hann millum annað springara og er við føroyska Tórik og skjýtur fugl.

 

Tú kanst síggja partin her:

 

##med2##

 

LES EISINI: Video: Sonny Side roynir grind í Føroyum

 

LES EISINI: Video: Nú roynir Sonny skerpikjøt og seyðarhøvd