Video: Sonny Side roynir grind í Føroyum

Amerikanski verturin forvitnast í Føroyum, her hann vil royna at eta sum føroyingur.

Best Ever Food Review Show er ein síða á YouTube hjá Sonny Side, sum roynir mat um allan heimin.

 

Í nýggjasta partinum verður vitjað í Føroyum, her hann roynir tvøst og spik.

 

Sonny er sera hugtikin av smakkinum og anganum, sæst í filminum. Hann er sera skiljandi og vísir virðing fyri grindadrápinum og føroysku mentanini sum heild.

 

– It's really delicious (tað er sera lekkurt), sigur hann.

 

Parturin er longu sæddur fleiri enn 236.000 ferðnar. Heitið er "Hunting and Eating Whale!! Europe’s Most Controversial Food!!"

 

Hygg at partinum her:

 

##med2##