VIDEO: Stefan skoraði eitt dreymamál í heimasigri hjá Sligo Rovers

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sligo Rovers-Bohemians 3-1 (2-0)

Aftaná at hava fingið bert eitt stig í fýra teimum seinastu dystunum eydnaðist tað í kvøld Stefan Radosavljevic og liðfeløgunum í Sligo Rovers at vinna 3-1 á Bohemians á heimavølli í bestu írsku fótbóltsdeildini. 

 

Stefan skoraði til 3-0 við einum dreymahøggi frá 20 metra fjarstøðu, tá hann sendi bóltin í einum boga uppum málverjan hjá Bohemians.

 

Stefan byrjaði annars ikki inni fyri Sligo Rovers í kvøld, men hann kom á vøllin frá byrjanini av seinna hálvleiki. 

 

Kailin Barlow legði Sligo á odda 1-0 tá 26 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum økti Max Mata til 2-0. Klokkan vísti 56 minuttir tá Stefan økti til 3-0.

 

Bohemians skoraði til 3-1 stutt undan leikloki.

 

Sligo er nummar sjey í deildini við 26 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Njótið 3-0 málið hjá Stefani Radosavljevic: 

 

##med2##