TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá HM undankappingardystinum millum Sveis og Føroyar, sum Sveis vann 2-0.
Eren Derdiyok (27. min) og Stephan Lichtsteiner (83. min) skoraðu málini fyri Sveis. Sveis var betur og vann uppiborið, men føroyingar høvdu eisini sínar møguleikar.
Í sama bólki, undanbólki B vann Ungarn 4-0 á Andorra á heimavølli. Klokkan 19.45 spæla Portugal og Lettland niðri í Portugal. Sveis hevur 12 stig. Ungarn hevur sjey stig. Portugal hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig, Lettland hevur trý stig, og Andorra hevur einki stig.