TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu donsku deildini millum Fremad Amager og Skive.
Føroysku landsliðsspælararnir, Bárður J. Hansen og Heini Vatnsdal vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á heimavølli í Sundby á Amager vann 3-0 á Skive í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Heini Vatnsdal var skiftur út, tá 60 minuttir vóru farnir av dystinum.
Heimildarsíðan hjá Fremad Amager framhevjar, at Bárður J. Hansen fekk demmað upp fyri onkrum hóttandi álopi hjá Skive. Cem Vardar skoraði til 1-0 og til 3-0 í 32. og í 59. minutti. Olcay Senoglu skoraði til 2-0 uppá brotsspark, tá 38 minuttir vóru farnir.
Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti AB í Gladsaxe.