Video: Upptøkur av harðligum løgreglufólkum fara viralt

Hesar upptøkurnar av donsku løgregluni á Christiania skapa órógv

Danska løgreglan hevur í seinastuni havt hart eftirlit við virkseminum á Christiania í Keypmannahavn. Tiltikna økið í Keypmannahavn er millum annað kent fyri at hava alskyns sløg av rúsevninum hassj til sølu. Hetta hevur seinastu árini verið meira og minni góðtikið av myndugleikunum. Tó at rannsóknir gjøgnum árini hava verið við jøvnum millumbili, so hevur hassj verið ein almennur partur av Christiania hóast alt. 

 

Men fyri stuttum fóru íbúgvar í Christiania sjálvir í protest um, at harðskapur er sloppin at veksa í vavið í Christiania og tey heittu soleiðis á myndugleikarnar um at hjálpa við at basa harðskapinum og tí ógvusliga krminalitetinum. Løgreglan hevur síðani verið hvønn dag á Christiania, og tað hevur í vikuni gingið hampiliga væl. 

 

Men í gjár brustu løgreglufólkini og fólk, sum løgrelgan kallar narkohandlarar og bøllar saman í einum ógvusligum bardaga. Ritzau skrivar, at løgreglan varð álopin av yvir 100 fólkum á Christiania. Seks løgreglufólk vórðu rakt av steinum, og ein teirra mátti á sjúkrahúsið. Hetta byrjaði, tá ið løgreglan royndi at handtaka fýra narkoseljarar, sum royndu at rýma við hassjinum. 

 

Danska løgreglan sigur sambært Ritzau, at ein óndur stemningurin byrjaði í Christiania, tá ið løgreglufólkini vórðu álopin av 80-100 fólkum, sum kastaðu við steinum, fløskum og glasi móti teimum. Fleiri løgreglufólk komu tí til, og í fleiri førum varð harðskapur nýttur og politistavarnir vóru fleiri ferðir frammi, sigur løgreglan. 

 

Men hetta videobrotið, sum tú kanst síggja við at trýsta á pílin á myndini, er farið viralt. Tað er upptikið av eiinari kvinnu, sum eygleiddi samanbrestin millum løgregluna og fólkini á Christiania. 80.000 ferðir er hetta brotið spælt á Facebook, har tað hevur ligið úti í umleið 13 tímar í skrivandi stund.