Video: Vatnrør brostið á Glasi

Vatnið fossaði úr einum vatnrøri á Glasi fyri løtu síðani

Fyri løtu síðani fór eitt vatnrør á Glasi at leka. Tað lekur sum skilst so mikið illa, at nógv vatn liggur á hæddini har rørið er brosti. In.fo hevur roynt at fingið fatur á Boga Bech Jensen, men tað hevur ikki eydnast. Fólk á staðnum, sum in.fo hevur havt samband við siga, at tað er niðasta hæddin talan er um, og nógv vatn flýtur eftir hendingina. 

 

 

Tað er altíð óheppið, tá ið vatnrør bresta, men í dag er tað meira óheppið enn um tað var ein annan dag, tí klokkan 14.30 skal krúnprinsaparið eftir ætlan vitja á Glasi. 

 


So er spurningurin, hvussu standurin er tá og um tað ber til antin at taka hetta upp, ella at halda tey kongaligu frá rakta økinum á onkran hátt. Trýst á pílin fyri at síggja upptøkurnar frá Glasi. 

 

 

Monika Nolsøe hevur filmað.