VIDEO: Venjarin hjá Motherwell væntar torføran útidyst

(Video) Hoyr og síggj samrøðu við Alfred Johansson

Mynd: Motherwell FC

- Tað verður tvífalt so torført á útivølli í Føroyum. Tað helt 36 ára gamli svenski høvuðsvenjarin hjá Motherwell FC, Alfred Johansson aftaná fyrra dystin millum Motherwell og HB á Fir Park leikvøllinum, ið Motherwell vann 2-0.

 

Talan var um fyrsta sigurin hjá Alfred Johansson í einum kappingardysti, sum venjari hjá Motherwell.  Undanfarnu trý árini hevur Alfred Johansson vant gamla norska stórliðið, Rosenborg. 

 

Alfred Johansson ger greitt, at undirlagið - graslíkið - verður eitt meira ókent undirlag fyri fleiri leikarar, og hann væntar, at Motherwell má renna meira og arbeiða meira fyri at knógva ein samlaðan sigur á HB á Tórsvølli.

 

Dysturin verður leiktur komandi hóskvøld klokkan 18. 

 

HER er samrøðan YouTube-rásin hjá Motherwell FC gjørdi við Alfred Johansson aftaná 2-0 sigurin á HB:

 

##med2##

 

Mynd: Motherwell FC