VIDEO: Viborg fekk gott útgangstøðið til seinnu fjórðingsfinaluna

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Viborg-Rapid Bukarest 35-26 (19-14)

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg eru á gáttini at røkka FINAL FOUR í EHF European League.

 

Í fyrru fjórðingsfinaluni á heimavølli vann Viborg fyrr í dag 35-26 á rumenska liðnum, Rapid Bukarest. Í steðginum var Viborg á odda 19-14.

 

Komandi leygardag klokkan 15 verður returdysturin leiktur í Bukarest. Eysturevropeisk lið eru ofta krútsterk á heimavølli, so tað verður torført, men Jana og liðfelagarnir hava givið sær sjálvum ein góðan møguleika við níggjumálssigrinum á heimavølli.

 

Jana skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hon var eisini noterað fyri tvey upplegg til mál (assist).

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Jana hevur nummar 77 á rygginum:

 

##med2##