Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Viborg FF, ið spæla í donsku superliguni spældu ígjár venjingardyst móti oddaliðnum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, Esbjerg FB.
Esbjerg vann dystin 3-1. Martin fekk fyrra hálvleik á vøllinum, og hann kann ugga seg við, at tá hann og aðrir liðfelagar vóru skiftir út í steðginum var støðan javnleikur 1-1.
Esbjerg fB-Viborg FF 3-1 (1-1)
1-0 Andreas Lausen (17.)
1-1 Carl Christensen (27.)
2-1 Bardec Bytyqi (61.)
3-1 Mathias Jørgensen (76.)
Komandi hósdag klokkan 12 spælir Viborg aftur venjingardyst. Hesaferð á heimavølli móti AC Horsens.
HER síggjast tey trý málini hjá Esbjerg. YouTube rásin hjá Esbjerg tímdi onkursvegna ikki at hava málið hjá Viborg við í samandráttinum:
##med2##