Viðgera 69 ára pensjónsaldur í dag

Í dag fer Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum at viðgera uppskotið um 69 ára pensjónsaldur.

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum er formaður í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur fund í morgun klokkan 10, har uppsotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár verður viðgjørt.

 

Løgtingið samtykti í 2018 at hækka pensjónsaldurin fyrst upp í 67,5 ár fyri fólk, fødd eftir 1. juli í 1957 og síðani upp í 68 ár fyri fólk fødd eftir 1962. Tað verður eisini sagt í teirri lógini, at í 2025 og fimta hvørt ár skal Løgtingið taka støðu til prensjónsaldurin, sum í mesta lagi kann hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár, til hann er 70 ár.

 

Men hetta vil landsstýrið nú hava at ganga skjótari. Orsøkin er Suðuroyartunnilin og krav frá Framsókn um, at pensjónsaldurin skal hækka skjótari upp í 70 ár, um flokkurin skal taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnil.

 

Sambært nýggja uppskotinum hjá landsstýrinum verður pensjónsaldurin 68 ár og 6 mánaðirfyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1967 til 30. juni 1969.

 

Pensjónsakdurin verður 69 ár fyri persón, ið er føddur aftan á 30. juni 1969

 

Sagt verður eisini í lógaruppskotinum, at í seinasta lagi 1. januar 2031 verður pensjónsaldur ásettur, galdandi frá 1. januar 2041, og í seinasta lagi 1. januar 2034 verður pensjónsaldur ásettur, galdandi frá 1. januar 2044.

 

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevði freist til í næstu viku at koma við álitinum um Suðuroyartunnilin, men hevur fingið longda frá frá løgtingsforkvinnuni til 18. februar.

 

Freistin hjá Trivnaðarnevndini at koma í Løgtingið við áltinum er fríggjadagin í næstu viku, 16. januar.

 

Greitt er frammanundan, at andsstøðan tekur ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni um at hækka pensjónsaldurin.

 

Hesi koma til hoyringar hjá Trivnaðarnevndini á fundinum í dag:

 

Kl. 10.10: Landsfelag Pensjónista

 

Kl. 10.30: Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Kl. 10.50: Næmingaráðið á Glasi

 

Kl. 11.10: Fakfelagssamstarvið

 

Kl. 11.30: Samtak

 

 

 

Kl. 13.00: Búskaparráðið

 

Kl. 13.20: Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Kl. 13.40: Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum saman við Almannaverkinum

 

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum er formaður í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum