Viðgera fíggjarlógina í dag

Einki bendir á semju millum samgongu og andstøðu, nú løgtingið klokkan 9:30 fer undir at viðgera løgtingsfíggjarlógina

Í dag klokkan 9:30 verður tingfundur settur, og einasta mál á skránni til tingfundin í dag er uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2014.

 

Uppskotið um løgtingsfíggjarlóg varð lagt fyri tingið mánadagin – sum er seinasta freist, tí tað skal vera lagt fram fyri 1. oktober.

 

Uppskotið um løgtingsfíggjarlóg javnvigar við einum halli upp á 250 milliónir krónur. Andstøðuflokkarnir hava verið rættiliga kritiskir yvir fyri uppskotinum, og ymiskt er sum bendir á, at semja valla verður millum andstøðu og samgongu um løgtingsfíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Tingformaðurin hevur sett dagin í dag og dagin í morgin av at viðgera uppskotið – men viðgerðin kann saktans draga út á triðja dagin.

 

Eftir at uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2014 hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum skal tað í fíggjarnevndina, sum skal skriva álit, áðrenn málið aftur kemur til aðru viðgerð og aftur til triðu og endaligu viðgerðina í løgtinginum.