Skal fyrningarfreistin fyri at melda kynsligan ágang, leingjast, ella kanska avtakast heilt. Tað er spurningurin Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur tikið upp til viðgerar. Seinastu tíðina hava ymsir spurningar í sambandi við kynsligan ágang fleiri ferðir verið til viðgerar í Løgtinginum. Og sum vit lósu her á www.in.fo í morgun, heldur Sirið Stenberg, tingkvinna, at tað er undrunnarvert, at mál um kynsligan ágang kunnu fyrnast. Mál um kynsligan ágang ímóti børnum eru fyrnað, tá ið tann sum hevur verið fyri ágangi, ikki hevur gjørt vart við seg, tá ið viðkomandi er 28 ár, men í heilt serligum føri, tá ið viðkomandi er 33 ár. Les eisini: Verða ikki revsað fyri kynsligan ágang Kaj Leo Holm Johannesen, staðfesti í løgtinginum, at fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang, er tann longsta í revsilógini. Tað er tí, at atlitið til offrið verður tikið framum onnur atlit. Men hann segði samstundis, at hann hevur tikið spurningin um fyrningarfreistina upp og í tí sambandi verður málið eisini til viðgerðar í revsirættarliga ráðnum í næstum. - Í sambandi við fyrningarfreistini er tað sjálvsagt, at atlit verða tikin til offrið, sigur løgmaður. - Men vit liva í einum rættarsamfelagi og atlit skulu eisini takast til rættartrygdina hjá teimum, sum verða ákærd fyri kynsligan ágang. - Og vit vita, at tess eldri eitt mál er, tess størri er vandin fyri at taka skeivar avgerðir. - Og hetta er ger seg serliga galdandi í málum, at eingi prógv eru, uttan vitnisfrágreiðingin hjá tí, sum meldar fyri kynsligan ágang, leggur hann afturat. Jóna M. Mortensen, tingkvinna og floksfelagi hjá løgmanni, heldur, at kynsligur ágangur, er tað ringasta, ið kann henda einum barni og tað kunnu ganga mong ár, áðrenn tey orka at siga frá tí. - At siga tá, at málið er fyrnað, er ótrúliga niðurgerðandi. Og hon heldur, at tey sum fremja kynsligan ágang, eiga at vera revsað, sama, hvussu long tíð gongur. |