Viðgera hjúnabandslógina fyrsta arbeiðsdagin

Trivnaðarnevnd løgtingsins fer týsdagin undir at viðgera uppskot til ríkislógartilmali um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini.

 

Tað eru tær fýra løgtingskvinnurnar Sonja J. Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Hanna Jensen úr Framsókn og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, sum hava lagt uppskotið fram.

 

Av tí at talan er um danskt málsøki verður mælt ríkismyndugleikunum til at seta kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar, sum er soljóðandi:

 

Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, lov om ægteskabets retsvirkninger og retsplejeloven og om ophævelse af lov om registreret partnerskab.

 

Talan er um eitt heldur fløkt mál, og tí hevur tað havt drúgva viðgerð í løgtingsumsitingini. Men nú er so greitt, at málið kann viðgerast og samtykkjast. Men tað er ikki nóg mikið. Tá talan er um kongiligi fyriskipan, so skal tað eisini í donsku politisku skipanina, annaðhvørt sum fólkatingslóg ella sum kunngerð frá ráðharra.

 

Higartil hevur ikki meiriluti verið á tingi fyri at loyva samkyndum at giftast. Men fyri fyrstu ferð tykist møguleikin at vera fyri tí.

 

Í trivnaðarnevndini, sum skal viðgera málið, áðrenn tað kemur til aðru og endaligu viðgerð í løgtingini eru:

 

Katrin Kallsberg, forkvinna
Óluva Klettskarð
Djóni Nolsøe Joensen
Sonja Jógvansdóttir
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, næstforkvinna
Jenis av Rana
Kaj Leo Holm Johannesen

 

Verður uppskotið samtykt og avgreitt í donsku politisku skipanini, so kunnu fólk av sama kyni giftast 1. juli í ár.