Í kvøld bresta Chelsea og Manchester United saman á Stamford Bridge og Nemanja Vidic er ikki bangin fyri Fernando Torres. Serbiski liðskiparin hjá Manchester United, Nemanja Vidic, varð í trimum dystum á rað útvístur móti Liverpool. Í einum av dystinum tapti Manchetser United heili 4-1 á heimavølli, har Nemanja Vidic hevði ein av sínum ringastu dystum. Hann hevði stórar trupulleikar av Fernando Torres. Tað hava miðlarnir gjørt nógv burtur úr síðani.
- Av og á lesur tú um leikarar, ið hava trupulleikar við at spæla móti ávísum leikarum. Ávís fólk siga tað um meg og Torres. Eg havi ikki trupulleikar við tí, men eg kann bara vísa tað á vøllinum. Tað nyttar einki at tosa um tað í fjølmiðlinum, sigur Nemanja Vidic.
Fernando Torres hevur framvegis ikki skorað síðani hann skifti til Chelsea frá Liverpool. Miðlarnir í Onglandi vænta, at Didier Drogba verður settur á bonkin. Keldur siga við ensk bløð, at Didier Drogba er sera ónøgdur við avgerðina hjá Carlo Ancelotti um at velja Fernando Torres fram um hann. Í novembur varð Didier Drogba innlagdur við malaria. Síðani hevur hann ikki megnað at spælt á eins høgum stigi, sum eitt nú í fjør.
Dysturin millum Chelsea og Manchester United verður í kvøld kl 19:45