Víðka sesongina við 14 døgum

Smyril Line hevur áhugaverda framsýning í SMS, har ferðaætlanin fyri summarið er at fáa

Afturvendandi páskaframsýningin hjá Smyril Line í Sølumiðstøðini í Havn er opin í dag og mikudagin. Á framsýningini ber til at fáa upplýsingar um komandi summarsiglingina hjá Norrønu og annars um alt tað, sum Smyril Line stendur fyri. Her eisini søla av flogseðlum.

Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line sigur, at tey í ár hava skipað tilfarið soleiðis, at tað verður nógv lættari og meira einfalt hjá fólki at síggja, hvørji tilboð Smyril Line hevur.

-Vit hava gjørt faldara við allari ferðaætlanini saman við teimum ymsu pakkatúrunum til eitt nú Danmark, Hetland, Ísland og Noreg sigur Áki Jespersen, sum vónar, at tey mongu, sum leita sær niðan í SMS í dag og í morgin, eisini vitja bás teirra.

Hann er annars væl nøgdur við gongdina í løtuni, tí bíleggingarnar eru væl fleiri nú enn somu tíð í fjør. Sum nakað nýtt fer Norrøna nú aftu at sigla uppá Hanstholm og Lervick í Hetland. Hetta eru gamlar rutur, sum eru niðurlagdar, men sum nú verða uppafturtiknar.

Áki Jespersen ber ikki ótta fyri, at fólk fara at venda Smyril Line bakið, nú avgjørt er at skifta frá Esbjerg til Hanstholm.

-Hanstholm er eitt frálíkt pláss og liggur í tí sera vakra norðurjútlandi, sum hevur hópin av tilboðum til føroyingar, ið ikki vilja brúka ov nógva tíð til ferðing men heldur koma til baðistrendur so skjótt tilber.

Umstøðurnar í Hanstholm eru eisini nógv betri í dag enn fyri seks árum síðani, tá teir sigldu uppá tað norðurjútsku havnina. Eisini verður lættari at koma til Keypmannahavnar, nú Stórabeltsbrúgvin verður tikin í brúk.

Stórur áhugi er eisini fyri siglingini uppá Hetland. Her er so møguleiki at vera í eina nátt og so fara víðari til Aberdeen dagin eftir. Eisini kann farast víðari við Norrønu.

Smyril Line byrjar siglingina eina viku fyrr enn vanligt, nevniliga 23. mai. Haraftrat verður eisini siglt eina viku longri til 10. september. Við hesum roynir Smyril Line at víðka um sesongina. Málið er einaferð at kunna sigla ikki minni enn 5 mánaðir um árið. Og hetta mál skal m.a. røkkast við tí framsýning, sum er í SMS í hesum døgum.