Viðmerking frá studentaskúlanæmingum í Suðuroynni til verkfallið hjá yrkisfelagum

Sum umboð fyri næmingarnar í Miðnámsskúlanum í Suðuroy vilja vit gera vart við, hvørja ávirkan verkfall læraranna kemur at hava á próvtøkuførleika okkara, um einki spyrst burtur úr hesum máli sum skjótast.

Um eina góða viku eiga vit at fáa útflýggjaða uppgávuorðingina til høvuðsuppgávu okkara. Høvuðsuppgávan eigur at verða løgd til rættis í samráð við ávísan lærara, ið ein hevur valt sær til at vera vegleiðara. Orsakað av verkfallinum er ikki loyvt vegleiðar-unum at vegleiða okkum, og standa vit tískil sera einsamøll, hesum viðvíkjandi. Tískil vóna vit, at uppgávan verður útsett 14 dagar ella kanska longri, um tað gerst neyðugt. Men verður hon útsett ov leingi, so kemur hon at órógva próvtøkuna.

Annað er, at ávís lesiætlan er løgd fyri hvørja lærugrein. Hesa lesiætlan er ein noyddur at hava verið ígjøgnum fyri at klára seg til próvtøkuna. Spurningurin er so, hvussu vit skulu klára at koma ígjøgnum hesa lesiætlan, um ikki eitthvørt hendir viðvíkjandi verkfallinum. Vit vildu helst lært alt, ið lesiætlanin vil, men um verkfallið heldur fram, so má eitthvørt gerast viðvíkjandi lesiætlanini og próvtøkuni. Vit kunnu ikki vænta at náa alla lesiætlanina, um verkfallið ikki fær ein enda áðrenn komandi viku.

Niðurstøða okkara er, at tað í øllum føru eru vit, ið líða undir hesum verkfalli. Landsstýrið sparir møguliga pening við at leggja tveir flokkar á Kambsdali saman. Men um næmingatalið verður 28 í hesum flokkum, so er spart tann skeiva vegin. Hetta ger jú, at undirvísingin kemur at vera á einum alt ov lágum støði. Ein kann bert hugsa sær, hvussu ein kann fáa nakað mennandi kjak burturúr 28 næmingum og einum lærara í 45 min. Tað kemur als ikki at bera til.

Vit eru eisini bangin fyri, at um flokkarnir á Kambs-dali verða lagdir saman, so at næmingatalið verður 28, so kunnu vit vænta okkum, at hetta fer at verða gjørt aftur næsta ár. Og tá verður hetta helst gjørt viðvíkjandi øllum flokkum kring landið.

Eisini hevur verið tosað um samlestur, t.v.s. at málsligir og matematiskir flokkar verða lagdir saman. Hetta kann enda við, at vit í Suðuroynni hava 3 stórar flokkar ? í staðin fyri 6 passaligar. Skúlin verður sostatt skorin niður í helvt! So er spurningurin, um vit hava nakran skúla her suðuri um eini 2-3 ár? ? Er ætlanin at senda allar suðuroyarnæmingarnar til Havnar?

Vit búgva ikki í Danmark ella New York, men í Føroyum. Ella kanska hevði tað verið mest »samfelagsliga forsvarligt« at flutt allar føroyingar til Somalia!?

Undirvísingarmálaráðharrin segði á trappuni í Tinganesi, at hann veit alt um undirvísing. Hann hevur verið lærari í 40 ár og formaður í Føroya Lærarafelag. Stakkals maður! ? At hava verið lærari í 40 ár og vita so lítið um grundleggjandi pedagogikk!?

At abbasonurin skrivar í Dimmu um mótmælisgonguna bendir ikki á góðan fjølmiðlasið!

Annars halda vit, at tað var vánaligt av sjónvarpinum bert at brúka okkum sum eitt skemtiligt klípi í Nyrup-vitjanini!

Tískil vilja vit heita á Petur Petersen og Torben Eilif Samuelsen um at lata flokkarnar á Kambsdali verða verðandi tveir flokkar, halda fingrarnar burtur frá smáu skúlunum og lata okkum byrja aftur í skúlanum í Suðuroy sum skjótast.


Vegna næmingarnar

í Miðnámsskúlanum

í Suðuroy

Hallur Augustinussen,

John Johannessen og

Esther Suðuroy