Viðmerking og rættleiðing viðvíkjandi KOKS

Tá borgarstjórin í Tórshavnar kommunu sigur, at kommunan bíðar eftir landsmyndugleikanum og Yvirfriðingarnevndini, so kann hetta ikki standa ósvarað.

 

Landsmyndugleikin, sum í hesum førinum má skiljast sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið, hevur svarað Tórshavnar kommunu 6. august 2021, at aðalráðið ætlar at góðkenna ætlanina, tá Tórshavnar kommuna hevur uppfylt tær treytir, sum landsins býarskipanarnevnd hevur sett. Ein av hesum treytum er, at Tórshavnar kommuna endurskoðar byggisamtyktina fyri Kirkjubø/Velbastað, meðan ein onnur er, at góðkenning fæst frá Yvirfriðingarnevndini.

 

Sum flestu kunnugt hevur Tórshavnar kommuna meira enn ta einu umsóknina, tá ið talan er um brúk av lendinum við Fossdalsgjógv. Tórshavnar kommuna søkti tann 19. november 2021 Umhvørvis- og vinnumálaráðið um skáa eftir býarskipanarlógini til at viðgera tvey umsóknarmál, meðan arbeitt verður við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri nevnda øki. Umhvørvis- og vinnumálaráðið játtaði umbønini frá Tórshavnar kommunu tann 17. desember.

 

Viðurskiftini millum Tórshavnar kommunu og Yvirfriðingarnevndina hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið onga ávirkan á.

 

Niðurstøðan er tí greið: Tórshavnar kommuna bíðar ikki eftir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í hesum málinum.

 

 

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður